Close
IREM vatnmyllur í Føroyum

Nú hava vit fingið nakrar royndir við smáu vatnmyllunum, eisini kallað mikro og mini vatnorkuverk.

Viðurskiftini í Føroyum hóska væl til smáar vatnmyllur, Fyrst tí vit hava mest vatn um veturin tá vit eisini hava mest brúk fyri tí.

  


UM SMÁ VATNORKUVERK

Á heimasíðuni hjá norska IREM umboðnum, Fossingkraft, kann nógv gott lesast um smáarvatnmyllur, mikro- eller mini vannkraftverk.

Avtalað er við Fossingkraft at víst verður til teirra síðu, men tey ynskja ikki at verða uppringd – ella niðurringd.

Fossingkraft vísir til VatnOrku, Ólavur Poulsen tá fyrispurningar koma úr Føroyum – og VatnOrka svara fegin á 230 050, ella umvegis teldupost.

Les meir á norskum um vatnorkuverk HER

ÍBINDING í el-netið

ÍBINDING í føroyska el-netið, er ikki í ordan enn. Arbeitt hevur verið leingi við at fáa eina skipan sum er í samsvar við alheims og føroyskan politik, men tíverri má staðfestast at tað kemst onga leið við SEV. Undanførslurnar eru ymiskar, sum allar eru afturvístar. Arbeiðslagið hjá SEV er kent: 1. at draga tíðina út, og 2. gera málið fløkt.

Alla aðrastaðni framleiða smáu orkuverkini til eigaran fyrst, og avlopið verður selt til netið, ella keypt verður av netinum tá tørvur er.

Nú verður trupulleikin tikin fram, og fyrsta stigið er ein frágreiðing um smáu vatnorkuverkini, í Nýhugsan, sí https://www.youtube.com/watch?v=5QfaVjNnOCA